VÍF hølvaði grannarnar

Vestmenningar vundu burtur úr KÍF í kvøld

Mangan hevur tað verið tætt og intenst, tá VÍF og KÍF hava dystast. Eisini í teimum árunum, har kollfirðingar lógu niðarliga á talvuni.

 

Men í kvøld var eingin ivi. VÍF vann ein knúsandi sigur á kollfirðingum, sum bara vóru við fyrsta lítla korterið av dystinum ella so.

 

Síðani tóku heimamenninir yvir, og teir helmaðu ikki í, fyrr enn sigurin væl og virðiliga var staðfestur.

 

Við sigrinum er VÍF nú trý stig undan næstu kappingarneytunum í oddinum, og enn sum áður er finalukósin hjá temum gulu snórabein.

 

Bestu málskjúttarnir fyri liðini vóru Áki Egilsnes og Rúni Joensen, sum skutu ávíkavist átta og sjey mál.

 

VÍF-KÍF 33-18 (15-10)