Strandingar hava mangan verið heldur truplir at taka hjá VÍF. Meira enn nakað annað lið, so hevur StÍF argað VÍF seinnu árini, og soleiðis var eisini fyrsta dystin hetta kappingarárið, tá StÍF vann spennandi dyst á Skála.
Í dag hittust liðini í Vestmanna, og spenningurin var einki minni.
Myndir frá dystinum síggjast HER
Frá byrjan vístu gestirnir, at teir avgjørt ætlaðu sær stig við heimaftur, og stóran part av fyrra hálvleiki var tað StÍF, sum hevði leiðsluna.
Eftir steðgin vann VÍF seg framum, og eitt skifti var leiðslan 18-15. StÍF svaraði tó aftur, og seinastu minuttirnar gekk tað mest sum stavn um stavn. Seinasta orðið í dystinum áttu heimamenninir tó, og so var fagnaðurin sjálvandi ovurstórur hjá teimum gulu.
Í gjár vitjaði Kyndil í Klaksvík. Har eydnaðist teimum grønu at fara suður við stigunum, men tað var ikki meira enn akkurát. Kyndil hevði annars greiða leiðslu í steðginum, men tá vertirnir valdu at mansverja ein stórspælandi David Edvardsen, tók munurin at minka.
Seinastu løtuna var bert tað eina málið á muni, men nærri enn tí sama kom Team Klaksvík ikki, og so kundu Kyndilsmenn draga andan lættari, tá seinasta floytið hevði ljóðað í høllini.
Úrslitini hetta vikuskiftið
VÍF-StÍF 25-24 (11-12)
Team Klaksvík-Kyndil 23-25 (8-15)
Støðan í bestu mansdeildni er nú hendan
1 VÍF 12 stig (7 dystir)
2 H71 10 (7)
3 Kyndil 9 (7)
4 Neistin 7 (7)
5 KÍF 4 (7)
6 StÍF 4 (7)
7 Team Klaksvík 2 (7)