Róðrarsamband Føroya fær ongar pengar frá stevnunum soleiðis, sum tað verður ført fram í greinini. RSF umsitur ein grunn, ið eitur “Stevnugrunnurin”, og í hendan grunn gjalda allar stevnur - eisini Norðoyarstevnan.
15% av hvørjum seldum atgongumerki verður útgoldið aftur til øll feløgini. Hetta í mun til hvussu nógvar bátar tey hava havt við í kappingarárinum. Tað vil siga, at RSF ongar inntøkur hevur av stevnunum. Reglugerð fyri Stevnugrunnin er at finna á rsf.fo/reglugerd_fyri_stevnugrunnin.html
Tá tað kemur til avbjóðingar og “gularøtur”, sum Magnus leingist eftir, er tað soleiðis, at tað hevur verið nakað av tílíkum í gjøgnum árini. Í byrjanini var ein kapping á Sorø, sum RSF sendi fólk til, men fleiri feløg hildu hesa kapping vera ov lítið avbjóðandi – og tað var tað helst nakað um.
Við stuðli frá oljufelag fingu vit so møguleikan at senda fólk til Scilly-oyggjarnar at kappast. Hetta var ein sera góð “gularót”. Hetta var tó ógvuliga kostnaðarmikið, og tá vit mistu stuðulin, varð avgjørt ikki at senda fólk til kappingina aftur. Eftir tað varð avgjørt at senda fólk til DM í inniróðuri við tí í huga, at her kundu øll – ung sum gomul, kappast og venja á jøvnum føti. Tað var tó ikki hildið vera nóg gott, so leitað varð eftir eini størri avbjóðing. Sum tann størsta av sínum slag, varð kappingin í Boston vald, men vegna ov lítla undirtøku frá rógvarum, verður hetta helst ikki tikið uppaftur.
RSF hevur nú keypt ein Costal Rowing-bát, ið er uppkallaður eftir Livar – honum til heiðurs. Ætlanin er, at senda rógvarar til kappingar við slíkum bátum, og eru tí allir rógvarar vælkomnir at venja við “Livar”, hvørs heimstaður er í Streymnesi. RSF er tí ikki samt við Magnus Norðberg, tá hann førir fram, at ongar avbjóðingar eru.
Annars átti eitt FM-heiti í sjálvum sær at verið ein “gularót” – at hugsa sær, at vera best í egnum landi! Leggjast kann afturat, at av júst hesi somu orsøk er ein í nevndini farin at rógva aftur.
At samanbera rógvimaskinur og kappróður við bortennis og tennis er ikki heilt rætt. Rógvimaskinan er vorðin ein so inngrógvin partur av tí føroyska kappróðrinum, at tað helst ikki er nakar rógvari í dag, ið ikki venur við maskinu.
Sigast kann, at feløgini eru ófør at koma við atfinningum og sjálvdan við jaligum viðmerkingum. Í staðin, kundu tey komið við ítøkiligum uppskotum um, hvat ein “gularót” kundi verið. Eisini eru feløgini meira enn vælkomin á tal við RSF – bæði áðrenn og aftaná aðalfundin. Tað kundi komið nógv gott burtur úr tí.
Fyri RSF tykist tað ofta vera langt í millum RSF og rógvaran, og tað harmar okkum almikið. Vit, sum sita í nevndini, eru øll fyrrverandi rógvarir. Kappróður stendur okkara hjørtum nær, og vit vilja bert øllum rógvarum alt tað besta.
Við róðrarkvøðu