Játtanin til Blákrossheimið og Heilbrigdið skal økjast við 500.000 krónum til hvønn viðgerðarstovn, heldur Fíggjarnevndin
Játtanin til Blákrossheimið í Havn og Heilbrigdið á Velbastað hevur at kalla staðið í stað síðstu árini. Viðgerðarstovnarnir hava fingið millum 5,1 og góðar 5,2 milliónir krónur í part um árið til sítt virksemi.
Men nú skulu fleiri pengar setast av til hesi bæði viðgerðartilboð, heldur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum tí mælir til at játta hvørjum stovni eina hálva millión krónur afturat næsta ár.
Heilbrigdið skal brúka pengarnar til at seta á stovn familjuviðgerð, sigur Fíggjarnevndin, sum tó ikki hevur markað pengarnar til Blákrossheimið til nakað ávíst endamál.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 fáa Blákrossheimið og Heilbrigdið neyvt somu játtan næsta ár, sum er 5.184.000 krónur.
Men Fíggjarnevndin hjá løgtinginum mælir sum nevnt til, at viðgerðarstovnarnir fáa 5.684.000 krónur í part at arbeiða við næsta ár.
Á Heilbrigdinum eru 8,3 fulltíðarstørv, meðan fulltíðarstørvini á Blákrossheiminum eru 9,5 í tali.