Ígjár tapti liðið hjá Óla Mittún, IK Sävehof tepurt 28-29 (13-16) fyri Nexe í Nasice í Kroatia.
Talan var um torføran útidyst í EHF European League, har Nexe var greiður favorittur. Nexe hevur ongantíð tapt ein evropeiskan dyst móti einum skandinaviskum liði á heimavølli.
Óli stóð seg tó sera væl. Hann gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við sjey málum.
Sävehof fekk ringast hugsandi upptaktina til dystin. Tá hópurin lendi í Zagreb manglaði viðførið. Liðleiðarin og hjálparfólk máttu tí býin at keypa venjingarklæði, harpiks og klistribond.
Sävehof fekk lánt nakrar bóltar frá einum hondbóltsfelagi í Zagreb, men tað bleiv sambært Handbollskanalen ikki tann besta venjingin hjá Sävehof undan torføra dystinum móti Nexe.
Men undirtippaða svenska liðið megnaði at geva Nexe ein skarpan gang. Simon Möller í málinum bjargaði ikki færri enn fimm brotskøstum, og átti sín stóra lut í góða avrikinum hjá Sävehof.
Við Handbollskanalen segði Michael Apelgren flennandi, at hann kundi ikki lata vera við at hugsa um konspirasjónsteoriir í samband við tað, ið hendi undan dystinum móti Nexe.
Komandi týsdag klokkan 17.45 kemur danska liðið, Skjern á vitjan í Partille.
Skjern og Nexe hava fýra stig hvør. Sävehof hevur trý stig og Gorenje hevur eitt stig. So tað er stórur spenningur um hvørji tvey lið vinna seg í fjórðingsfinalurnar.
Í mai skal føroyska A-landsliðið til Balkan at spæla avgerandi HM-undankappingardyst móti Norðurmakedonia. Ferðin hjá Sävehof er ein áminning um hvussu torført tað er at vera útilið á Balkan.











