– Eg eri ikki sørt skelkaður, og tað nívir meg, hvussu illa tey verða viðfarin í ávísum fjølmiðlum, sigur løgmaður
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, heldur at valstríðið í Danmark er skitið og bondskt. Hann øtast, hvussu serliga summir fjølmiðlar fara við serliga Helle Thorning-Schimdt og Lars Løkke Rasmussen.
– Eg kenni sera væl Lars Løkke Rasmussen og Helle Thorning Schmidt sum góðar arbeiðsfelagar og vinir. Vit hava oftani sitið leingi og tosað um persónlig viðurskifti og um politisk viðurskifti, tá vit hava verði saman.
– Má siga, at eg eri ikki sørt skelkaður, og tað nívir meg, helst her upp til fólkatingsvalið, hvussu tey verða viðfarin av ávísum donskum fjølmiðlum, úthongd, niðurgjørd og spottaði, skrivar løgmaður á Facebooksíðu síni.
– Sjálvandi siga tey alment, at politikkarar skulu klára eitt sindur av hvørjum. Men eg veit, at tað nívir fast, bæði persónliga og hjá familjuni, sigur løgmaður.
Hann heldur, at fólk sum hava trongd at niðurgerða onnur áhaldandi eiga at hyggja í speglið og spyrja seg sjálvan, hvør hevur størsta trupulleikan, happarin ella tann sum verður happaður.










