Óli Breckmann, løgtingsmaður hevur í Løgtinginum heitt á landsstýrismannin í skúlamálum um at seta video-upptøkutól upp í hvørji einastu skúlastovu fyri at vita, hvat er galið við lærarunum, skuldi næsta Pisa kanningin verið líka vánalig sum tann fyrsta.
Hesum stúrir formaðurin í Føroya Lærarafelag ikki fyri.
Magnus Tausen heldur at tankin er púra hol í høvdið, tí hvat skal slíkt brúkast til og hvør skal gjøgnumganga alt tilfarið. Og skal videoeftirlit verða við øllum almennum arbeiðsplássum?
Hann heldur, at hetta er lítið skapandi og ógvuliga lítið víðskygd.
Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at hetta er kommunistisk tankagongd og tað var kanska ikki væntandi frá einum fólkafloksmanni.
Í tí høpinum varð hugsunnarhátturin at álit er gott, men eftirlit er betri.
- Men eitt slíkt videoeftirlit hevði ikki sett læraran í so ringt ljós, tí tað hevði sanniliga avdúkað fyri øllum Føroya fólki, hvørjum umstøðum lærarar arbeiða undir. Eitt upptøkutól hevði víst øllum, hvussu stórt, torført og fjølbroytt arbeiði, lærarar gera í eini skúlastovu. Men tað fer eisini at avdúka, hvussu vánalig hølini og undirvísingartilfarið er.
Men tað fer sanniliga eisini at avdúka, hvussu ólátað nógvir skúlabørn eru og tað hevði dottið niður aftur á foreldrini.
Magnus Tausen sigur, at onkuntíð hevur videotól verið sett upp í skúlastovum aðrastaðni, har tað er gjørt í sambandi granskingarætlanir, men har er tað gjørt í sátt og semju við tí í hyggju at bøta um undirvísingina.
- Men spurningurin er, hvør áhugin er í hesum og tí er útgangsstøðið fyri eini slíkari ætlan alt avgerandi.
- Tað er heilt hvør sítt at fara í holt við slíkum við tí í hyggju at bøta um umstøðurnar og at fara í holt við slíkt fyri at royna at fáa rætt í einum páhaldi um, at tað er onki fantilsi á í skúlanum, sigur Magnus Tausen.