Video: Yann Tiersen og Quinquis í Føroyum

Franska parið spældi á G! Festivalinum og vóru í Føroyum við sínum báti.

Millum nøvnini á plakatini til ársins G! Festival vóru tey bæði Yann Tiersen og QUINQUIS.

 

Tá tey vóru í Føroyum í summar, komu tey higar í báti sínum.

 

Í sambandi við ferðina gjørdu tey ein lítlan film, sum nú er komin út.

 

Á Facebook skrivar Yann Tiersen soleiðis:

 

– Vit hava tríggjar vakrar stuttfilmar frá okkara ferð í summar, sum vit vilja deila við tykkum. Her er fyrsti filmurin. Kom við okkum á eina ferð til Føroyar, har vit vitja í Havn, G! Festivalinum og Sirkus.

 

Hygg at filminum her:

 

##med2##

 

Gwenael Helsdal Akira Carré hevur filmað og klipt, og Gorm Just hevur tikið dronumyndir.

 

Yann Tiersen er serliga kendur fyri lagið Comptine d`un autre ete - l`apres-midi, sum var við í filminum um "Amélie".