VIDEO: Viljormur og Vejle taptu greitt í Herning

(Video) Sìggj hæddarpunkt frá dystinum FC Midtjylland-Vejle 4-1 (1-0)

Viljormur Davidsen leikti allan dystin fyri Vejle, ið vitjaði FC Midtjylland í Herning í dysti í donsku superliguni í kvøld.

 

Vejle tapti greitt 1-4 fyri FC Midtjylland, ið við sigrinum nú liggur á odda í superliguni.

 

Fyrsta lítla tíman var Vejle væl við. FC Midtjylland var á odda 1-0 í steðginum, men seks minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Denis Kolinger fyri Vejle.

 

Men bara fimm minuttir seinni legði FC Midtjylland seg á odda 2-1, og í seinasta korterinum av dystinum økti heimaliðið til 3-1 og til 4-1.

 

Vejle er aftast í superliguni við einum stigi fyri fýra dystir. 

 

Mánakvøldið 16. august tekur Vejle móti AaB á heimavølli.

 

HER ber til at síggja fýra av teimum fimm málunum, ið vóru skotin í dystinum millum FC Midtjylland og Vejle: 

 

##med2##