VIDEO: Viljormur og Helsingborg taptu á heimavølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Mjällby 0-1 (0-0)

Viljormur í Heiðunum Davidsen var aftur liðskipari hjá Helsingborg í dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini í dag.

 

Helsingborg tapti 0-1 fyri Mjällby á heimavølli. Sigursmálið kom tá 83 minuttir vóru leiktir, so Helsingborg var ikki langt frá at tryggja sær eitt týdningarmikið stig í niðurflytingarstríðnum. 

 

Helsingborg er næstaftast í deildini við 14 stigum, eitt stig aftanfyri Degerfors sum hevur 15 stig. 

 

5. september hevur Helsingborg heimadyst móti Värnamo, ið liggur fjórðaftast við 19 stigum, og tá mugu Viljormur og liðfelagarnir fara eftir einum sigri.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Helsingborg og Mjällby:

 

##med2##