Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle eru framvegis ósigraðir í donsku superliguni hetta kappingarárið.
Í dag fekk Vejle ein frálíkan 1-1 javnleik á útivølli ímóti Brøndby.
Viljormur Davidsen hevði eisini ein týðandi lut í flotta avrikinum hjá Vejle. Viljormur Davidsen átti nevniliga uppleggið til 1-0 málið hjá Vejle, tá hann við flottum innleggið úr vinstru síðu fann Allan Sousa, ið skallaði bóltin í netið, ið legði Vejle á odda 1-0 í fyrra hálvleiki.
Beint undan hálvleiki eydnaðist tað tó Brøndby at javna, tá Kamil Wilczek skoraði til 1-1, sum eisini varð endaliga úrslitið.
Sum heild var talan um dyst, har Brøndby kanska var meira á bóltinum, men har Vejle var sera vandamikið uppá skjótálop. Tað vístu hagtølini eisini eftir dystin, tí eingin munur var tá at síggja hvat av liðunum hevði havt fleiri skot á málið hjá mótstøðuliðnum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum, har Viljormur Davidsen eisini legði upp til onkran annan málmøguleika hjá Vejle.










