VIDEO: Venjarin hjá Gibraltar heldur Føroyar eru eitt kropssterkt lið

(Video) Síggj og hoyr tað sum Scott Wiseman, landsliðsvenjari hevur at siga undan dystinum

Í kvøld klokkan 18 spælir føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti annan dystin í hesari Nations League kappingini.

 

Dysturin í bólki 1 í Nations League deild C verður á útivølli móti Gibraltar, ið skrivar søgu við at spæla fyrsta kappingardystin á heimavølli. 

 

Landsliðsvenjarin, Scott Wiseman væntar eitt kropssterkt og aggresivt føroyskt lið, ið er á støði við Moldova, ið Gibraltar tapti 0-1 fyri á útivølli. Scott Wiseman er sera nøgdur við hvussu væl hansara kvinnur stríddust í tí dystinum, og hvussu væl tær stóðu á vøllinum. Sama uppskrift verður galdandi í dystinum í kvøld.

 

HER ber til at síggja og hoyra tað sum Scott Wiseman hevði at siga eitt samdøgur undan dystinum móti Føroyum:

 

##med2##