VIDEO: Venjarin helt Geza stóð seg væl í debutdystinum

(Video) Síggj og hoyr David Artell, høvuðsvenjara hjá Grimsby seta orð á 0-2 tapið fyri Notts County

Nýklakti landsliðsleikarin, David Geza Turi fekk týskvøldið sína debut fyri Grimsby í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini.

 

Geza var við frá dystarbyrjan, og hann fekk 60 minuttir á vøllinum, tá Grimsby á heimavølli á Blundell Park leikvøllinum tók móti Notts County.

 

Notts County vann dystin 2-0. Fyrra málið var skotið tríggjar minuttir áðrenn Geza var skiftur út. Móti dystarenda staðfesti Notts County sigurin.

 

David Artell, høvuðsvenjari hjá Grimsby segði í samrøðu við Youtube rásina hjá felagnum, at Geza veruliga vísti sínar dygdir, og at hann veruliga er ein góður fótbóltsleikari: - Tað er eisini tí vit hava keypt hann. Hetta slóg David Artell fast í samrøðuna. David Artell dróg eisini fram skoteginleikarnar hjá Geza, ið var óheppin ikki at skora í sínum í debutdysti.

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna. Umrøðan um Geza byrjar við 2:41 minuttir:

 

##med2##