Viljormur í Heiðunum Davidsen var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara Vejle spældi javnleik 1-1 ímóti Randers FC á Nørreskoven leikvøllinum í Vejle.
Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Allan Sousa legði Vejle á odda tá 22 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Talan var um eitt framúr gott einmansavrik. Eitt korter seinni javnaði Benjamin Stokke fyri Randers FC.
Viljormur fekk eitt gult kort tíðliga í dystinum.
Í samrøðu við heimasíðuna hjá Vejle sigur Viljormur, at hann heldur, at Vejle var betra liðið í fyrra hálvleiki, og Randers var betra liðið í seinna hálvleiki. Samlað heldur hann, at 1-1 er eitt rættvíst úrslit.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Vejle og Randers FC.
Komandi fríggjakvøld spælir Vejle á útivølli ímóti Sønderjyske.
Støðan:
1
10
11
22
2
10
11
19
3
10
4
18
4
10
3
15
5
10
0
14
6
10
-1
14
7
11
-2
14
8
10
-6
13
9
10
3
12
10
10
1
12
11
11
-3
12
12
10
0
9
13
10
-6
9
14
10
-15
6