TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj løtuna, tá Hans Lindberg, sum er av føroyskari ætt staðfesti sigurin hjá Danmark ímóti Svøríki í oddadystinum í bólki D í HM endaspælinum í manshondbólti.
Danmark vann 27-25 á Svøríki. Í steðginum var Danmark á odda 14-10. Í seinna hálvleiki stóð meir á gomlum nøglum, og tað vóru løtur, har Svøríki mundi heintað inn donsku leiðsluna, men tað helt hjá Danmark, sum nú hevur seks stig fyri tríggjar dystir í bólki D. Svøríki hevur fýra stig, og tað hevur Egyptaland eisini, sum fyrr í dag vann 31-29 (17-15) á Bahrain. Katar hevur tvey stig. Bahrain og Argentina hava framvegis einki stig.
Ùrslitini í dag :
Bólkur A :
Pólland-Russland 20-24 (9-13)
Bólkur B :
Slovenia-Makedonia 29-22 (16-10)
Spania-Angola 42-22 (21-10)
Bólkur C :
Ungarn-Chile 34-29 (17-14)
Kroatia-Hvítarussland 31-25 (18-15)
Bólkur D :
Danmark-Svøríki 27-25 (14-10)
Egyptaland-Bahrain 31-29 (17-15)