Evropa situr á heimsvaldinum í altjóða fótbólti, og fyri fjórðu ferð á rað verður eitt evropeiskt lið heimsmeistari. Tað bleiv staðfest tá Frakland í sínari fjórðingsfinalu vann 2-0 á Uruguay og Belgia vann 2-1 á brasilsku favorittunum.
Tí verður talan um eina grannauppgerð í hálvfinaluni komandi týskvøld klokkan 19 tá Frakland og Belgia møtast. Belgia hevur aldrin verið í einari finalu. Frakland hevur verið í tveimum HM-finalum. Í 1998 vunnu teir á Brasil í finaluni á heimavølli, og í 2006 tapti Frakland ímóti Italia í Berlin aftaná brotssparkskapping.
Hetta er bara aðru ferð í søguni, at Belgia er í HM-hálvfinaluni. Fyrru ferð var í 1986 í HM-endaspælinum í Meksiko, tá Belgia tapti 0-2 ímóti Argentina í hálvfinaluni. Í dystinum um bronsuheiðursmerkini tapti Belgia 2-4 til júst Frakland aftaná longda leiktíð.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Brasil og Belgia.
Fjórðingsfinala:
Brasil – Belgia 1-2 (0-2)
0-1 Fernandinho, 13 sjálvmál
0-2 Kevin De Bryune, 31
1-2 Renato Augusto, 76
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Uruguay og Frakland.
Fjórðingsfinala:
Uruguay – Frakland 0-2 (0-1)
0-1 Raphael Varane, 40
0-2 Antoine Griezmann
Í morgin klokkan 15 spæla Ongland og Svøríki. Klokkan 19 spæla Russland og Kroatia. Vinnararnir av hesum báðum fjórðingsfinalunum spæla hálvfinalu mikukvøldið klokkan 19.