Video: Ungarn koppaði Danmark

(Video) Olympisku meistararnir, Danmark eru úti av HM-endaspælinum í manshondbólti

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj seinastu løtuna av HM áttandapartsfinaluni í manshondbólti millum Ungarn og Danmark, sum Ungarn rættiliga óvæntað vann 27-25. Ungarn var á odda 13-12 í steðginum.

 

Ungarn var á odda stóran part av dystinum, og hendingaferð kom Danmark uppá javnleik. Í seinna hálvleiki var Ungarn á odda 22-18. Danmark stríddi seg upp á 23-23, men so fór Ungarn framum aftur, og teir hildu til leiðsluna til seinasta bríksl.

 

Mikkel Hansen gjørdist toppskjútti hjá Danmark við átta málum. Mate Lekai gjørdist toppskjútti hjá Ungarn við seks málum.

 

Málverjin, Niklas Landin staðfestir í samrøðu við TV2, at talan er um eina fiasko. Hann viðgongur, at Ungarn kemur betur inn í dystin, og danska liðið gjørdi ov nógv mistøk. 

 

Týsdagin klokkan 16 spælir Ungarn fjórðingsfinalu ímóti Noregi, sum vísti stórform við at vinna 34-24 á Makedonia ígjár.