TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá tí undirhaldandi dystinum millum Ongland og Spania á Wembley leikvøllinum í London. Talan var um ein venjingardyst, sum endaði við javnleiki 2-2.
Adam Lallana legði Ongland á odda tá níggju minuttir vóru farnir við einum brotssparki. Tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik skeyt Jamie Vardy eitt dreymamál, og Ongland var veruliga á sigurskós. Men seinastu løtuna fekk Spania tvey mál, sum Iago Aspas og Isco skutu.
83.000 áskoðarar vóru til undirhaldandi dystin á Wembley.