Víkingur tapti 0-3 ímóti Torpedo Kutaisi í nógva hitanum á útivølli í Georgia. Tað var so heitt, at miðskeiðis í fyrra hálvleiki var ein steðgur har spælararnir fingu høvið at drekka vatn.
Víkingur gav nógv hornaspørk burtur – heili níggju í fyrra hálvleiki – og tað var eitt av hesum, sum kom at kosta. Tað var Tornike Kapanadze, sum stútaði bóltin í málið og syrgdi fyri 1-0-hálvleiksleiðslu til Torpedo Kutaisi.
Gongdin í seinna hálvleiki var tann sama. Heimaliðið var á spælinum, men teir úr Víkingi vóru stundum vandamiklir upp á umstillingar. Ta einu ferðina kom Adeshina Lawal í góða støðu, men skeyt beint framvið.
Sum dysturin leið setti Torpedo Kutaisi seg meira á dystin og fekk eisini tvey mál afturat ímóti dystarenda. Fyrst økti Giorgi Kimadze til 2-0 eftir gott uppspæl, og so stútaði Levan Kutalia bóltin í mál til 3-0.
3-0 til Torpedo Kutaisi gjørdist endaliga úrslitið, og nú sær tað trupult út hjá Víkingi, sum fær heimavøll í returdystinum um eina viku.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini sum komu í dystinum Torpedo Kutaisi-Víkingur 3-0 (1-0).
Torpedo Kutaisi – Víkingur 3-0 (1-0)
1-0: Tornike Kapanadze, 27.
2-0: Giorgi Kimadze, 73
3-0: Levan Kutalia, 84.