Tað er longri millum liðini sum grenja um at skula spæla á graslíki í Føroyum, tí alsamt fleiri fótbóltsfeløg kring Evropa hava útvegað sær graslíkisvøllir.
Tað er eisini støðan hjá mótstøðuliðnum hjá B36 í øðrum umfari í Europa League undankappingini á Tórsvølli í kvøld, TNS New Saints úr Wales. Dysturin byrjar klokkan 19, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
Í samrøðu við YouTube-rásina hjá TNS New Saints staðfestir høvuðsvenjarin, Scott Ruscoe, at hansara spælarar eru vanir við 3G graslíkisvøllir, ið eru átøkir vøllinum á Tórsvølli, so tað verður eingin vansi.
Scott Ruscoe sigur seg hava lagt merki til, at B36 skapar nógvar málmøguleikar, og hevur skorað 51 mál í 17 dystum í Betrideildini, men walisar hava eisini lagt merki til, at verjan er ikki sterkasta kortið hjá B36.
Í 1. undanumfarinum vann TNS New Saints seg eisini víðari aftaná longda leiktíð. Tað var aftaná ein flottan 3-1 sigur á Zilina úr Slovakia: - Um spælararnir fremja eitt slíkt avrik sum móti Zilina móti B36, so havi eg sera góðar vónir, sigur Scott Ruscoe.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna YouTube-rásin hjá TNS New Saints gjørdi við Scott Ruscoe:
##med2##
HER ber til at síggja hvussu TNS New Saints hegnisliga vann 3-1 á Zilina aftaná longda leiktíð í fyrsta undanumfarinum:
##med3##