Video: Tey fimm bestu EM-málini í millumumfarinum

(Video) Her ber til at njóta fimm tey bestu málin, sum vóru skotin í millumumfarinum í EM-endaspælinum í hondbólti

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj tey fimm málini, sum evropeiska hondbóltssamgongan, EHF á YouTube rás sínari hevur valt at verða tey fimm bestu málini, sum vóru skotini í millumumfarinum í EM-endaspælinum í kvinnuhondbólti, sum er í Svøríki í hesum døgum.

 

 

Kari Aalvik Grimsbø, norskur málverji, og Stine Jørgensen, stórskjútti hjá Danmark eru millum tær, sum hava skotið fimm tey vakrastu málini higartil í kappingini. Allison Pineau hjá Fraklandi eigur vakrasta málið, sambært EHF.

 

 

Í morgin verða EM-hálvfinalurnar leiktar í Scandinavium høllini í Gøteborg í Svøríki. Danmark og Niðurlond spæla klokkan 17.15, og Noreg og Frakland spæla klokkan 19.45.