Fríggjadagin bleiv uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um nýggja fiskivinnuskipan samtykt við 2. viðgerð. 3. viðgerð verður í morgin og setur uppskotið sítt dám á tað, ið fyrigongur á politiska pallinum hesa vikuna. Vit hava fingið Árna Gregersen, politiskan viðmerkjara, at greina politisku støðuna og geva sítt boð, um hvørji mál fara at seta politiska dagsskránna hesa vikuna.
Tosað verður millum annað um hvat kann væntast í morgin, tá 3. viðgerð er av uppskotinum um fiskivinnunýskipan, um clearings-avtaluna hjá Magna Laksáfoss, verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag, ið byrjar týsmorgunin og um hvussu eitt uppskot hjá Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu, ið verður viðgjørt í tinginum í dag, kann fáa avleiðingar fyri um fiskivinnunýskipanin verður samtykt í morgin.