VIDEO: Tá Hákun slapp at royna seg í Berlin

(Video) Síggj ein samandrátt uppá níggju minuttir frá European League dystinum millum Füchse Berlin og Skanderborg Århus

Ígjár slapp Hákun West av Teigum at royna seg móti sínum komandi arbeiðsgevara, Füchse Berlin í EHF European League.

 

Hákun og liðfelagarnir í Skanderborg Århus spældu fyrra dystin móti týska stórliðnum frammanfyri nógvum áskoðarum í víðagitnu Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Füchse vann dystin 30-24. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-13. Liðini fylgdust til støðuna 22-22, men tá dróg heimaliðið frá Skanderborg Århus. 

 

Hákun smæddist ikki burtur, men skoraði fýra mál í dystinum.

 

Füchse er oddalið í bólki D við 10 stigum. Skanderborg Århus er næstfremst við átta stigum.

 

Komandi týskvøld vitjar Füchse Skanderborg Århus, ið vónandi kann bíta enn meira frá sær tá.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt uppá níggju minuttir við øllum málunum frá dystinum í Berlin millum Füchse og Skanderborg Århus. Hákun skoraði til støðurnar 5-5, 7-8, 19-17 og 19-19: 

 

##med2##