Altjóða tíðindastovan, Al Jazeera vitjaði oyggjaleikirnar, sum vóru í Gotlandi um mánaðarskiftið.
Millum innsløgini Al Jazeera gjørdi frá oyggjaleikunum í Gotlandi, er eitt innslag um stríðið hjá grønlendska fótbóltslandsliðnum at fáa altjóða viðurkenning frá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA.
Fremst í innslagnum er eitt lítið brot um triathlon, har okkara egna, Karina Ottosen greiðir frá hvussu trupult tað er, at íðka triathlon í Føroyum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr innslagið hjá Al Jazeera, sum er á enskum.
Við at TRÝSTA á HESA leinkjuna: https://www.youtube.com/watch?v=ub-wL1JZ680
ber til at síggja eitt innslag, sum FIFA Futbol Mundial gjørdi um grønlendskan fótbólt í 2014.