VIDEO: Stefan var við til at tryggja Sligo sigurin

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum St. Patrick´s-Sligo 0-1 (0-0)

Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers spældu í dag á útivølli móti St. Patrick´s í bestu írsku fótbóltsdeildini. 

 

Sligo Rovers vann dystin 1-0. 

 

Tá Stefan kom á vøllin við byrjanina av seinna hálvleiki var støðan 0-0. Stefan var við í uppspælinum til sigursmálið Max Mata skoraði tá 56 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Sligo Rovers er nummar fýra í deildini við 19 stigum.

 

Komandi leygarkvøld tekur Sligo Rovers móti Dundalk á heimavølli.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum St. Patrick´s-Sligo Rovers 0-1 (0-0):

##med2##