Stefan Radosavljevic spældi allan dystin tá hann og liðfelagarnir í Sligo Rovers í bestu írsku deildini tóku móti næstfremsta liðnum, St. Patricks í kvøld.
St. Patricks vann 2-0 við tveimum málum, ið vóru skotin fyrstu 32 minuttirnar.
Sligo Rovers hevði nóg mikið av málmøguleikum til at kunnað vunnið eitt stig í kvøld, men teir tóku ikki av. Í tíðini dómarin legði aftrat brendi David Cawley eitt brotsspark fyri Sligo Rovers.
Komandi fríggjakvøld spælir Sligo Rovers á útivølli móti Dundalk.
Sligo Rovers er nummar sjey í deildini við 30 stigum. Sjey stig eru niður til Cork á næstaftasta plássinum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sligo Rovers-St. Patricks 0-2 (0-2) :
##med2##