Video: Stórtap til Hall og liðfelagarnar í Horsens

(Video) Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens hevur latið 10 mál inn ímóti FC Midtjylland í tveimum dystum

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini, sum komu í dystinum millum AC Horsens og FC Midtjylland, sum endaði við einum 5-1 stórsigri til FC Midtjylland. Fyrr í hesum kappingarárinum vann FC Midtjylland 5-2 á AC Horsens.

 

Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens. Leikliga gekk tað væl hjá AC Horsens tann fyrsta lítla tíman var væl við, men tá FC Midtjylland skoraði til 3-1 og 4-1 innan nakrar fáar minuttir fór luftin úr AC Horsens. 

 

Næsti dystur hjá AC Horsens er á útivølli ímóti Lyngby, fríggjakvøldið 18. november. 

 

AC Horsens er í skrivandi stund tvey stig frá at røkka einum plássi í endaspælinum millum seks tey ovastu liðini.

 

Støðan í donsku superliguni : 

 

1FCK16     1150     36:738
2Brøndby1695236:1332
3Midtjylland1685336:1929
4Randers FC1685322:1629
5Lyngby1683518:1527
6SønderjyskE1665520:2123
7AC Horsens1656520:2621
8AaB1654716:2319
9Nordsjælland1645723:2917
10AGF1645720:2617
11Silkeborg1637618:2916
12Viborg16331017:2612
13OB1625913:2611
14Esbjerg1625917:3611