VIDEO: Soleiðis vunnu Niðurlond á Ukraina í okkara bólki

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Ukraina-Niðurlond 27-35 (11-19)

Í okkara EM-undankappingarbólki vunnu Niðurlond greitt 35-27 (19-11) á Ukraina á uttanveltaðum vølli. Tað er serliga avrikið í fyrra hálvleiki, ið stendur sterkt í myndini.

 

Bobby Schagen og Luc Steins skutu seks mál hvør fyri Niðurlond. Dmytro Artemenko skoraði sjey mál fyri Ukrain

 

Niðurlendski sigurin á Ukraina, og føroyski 25-23 (12-13) sigurin á Kosovo á útivølli merkir, at Føroyar eru fremst í bólki 6 við sjey stigum, og Niðurlond hava seks stig. Ukraina hevur fýra stig, og Kosovo hevur trý stig.

 

Sunnudagin klokkan 17 eru seinastu dystirnir í bólki 6 hesir: Føroyar-Ukraina við Tjarnir, og Niðurlond-Kosovo í Almeide. 

 

HER ber til frá Youtube-rásini hjá ukrainska hondbóltssambandinum at síggja ein samandrátt frá dystinum Ukraina-Niðurlond 27-35 (11-19):

 

##med2##