VIDEO: Soleiðis vunnu føroysku kvinnurnar stórsigur á Andorra

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Andorra-Føroyar 0-4 (0-2)

Føroyska kvinnulandsliðið endaði EM-undankappingina væl við einum trivaligum 4-0 sigri á Andorra á útivølli.

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.

 

Føroyar endaðu á einum triðja plássi við níggju stigum, bert eitt stig aftanfyri Montenegro á øðrum plássinum. Grikkaland vann bólkin við 16 stigum. Andorra endaði aftast við ongum stigi.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Andorra-Føroyar 0-4 (0-2):

 

##med2##

 

Andorra - Føroyar 0-4 (0-2) - EM undankappingardystur

 

0-1: Jensa Tórolvsdóttir 19.

 

0-2: Eyðvør Klakstein 21.

 

0-3: Ásla Johannesen 72.

 

0-4: Tórunn Højgaard Joensen 97.+

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Sunniva Willemoes, Birita Ryan, Tórunn Højgaard Joensen – Jensa Tórolvsdóttir, Friderikka Clementsen (Anna Brændstrup, 73.), Sanna Svarvadal (Rúna Jacobsen, 56.), Eyðvør Klakstein (Julia Naomi Mortensen, 84.), Durita Hummeland (Mona Rasmussen, 56.) – Ásla Johannesen, Heidi Sevdal (Malena Olsen, 56.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Gunnvá Lutzen, Valborg Østerø, Lea Lisberg, Rebekka Benbakoura, Tóra Mohr, Petra Hoydal, Anna Katrina Mikkelsen

 

Gult kort: Birita Ryan

 

Venjari: Signe Pries Andersen