Tá Jóan Símun Edmundsson ígjár kom á vøllin fyri norðurmakedonska liðið, Shkupi í 81. minutti stóð illa til hjá Shkupi, ið var aftanfyri 1-3 í heimadysti móti Voska Sport.
Fimm minuttir aftaná Jóan Símun kom á vøllin minkaði El Hadji Gueye til støðuna 2-3.
Væl inni í tíðin dómarin hevði lagt aftrat javnaði Jóan Símun til 3-3, og syrgdi sostatt fyri, at heimaliðið fekk stig í fyrsta dystinum hetta kappingarárið.
Jóan Símun javnaði til 3-3 við einum væl plasseraðum skoti úr 18 metrum. Eitt sera vakurt mál.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Shkupi-Voska Sport 3-3 (1-1):
##med2##
Komandi sunnudag spælir Shkupi móti Gostivar á útivølli.