Í morgin klokkan átta byrjar opna sterksmannskappingin í Litava, sum Bjarni Nielsen luttekur í. Hann er føroya sterkasti maður og nú ætlar hann at bjóða heiminum um.
Les eisini: Føroya sterkasti maður bjóðar heiminum av
Bjarni Nielsen er 26 ára gamal og gjørdist í ár sterkasti maður í Føroyum. Hann hevur ikki luttikið í altjóða kapping fyrr, so hann fyrireikar seg við at venja í Yndi og á Hjalla. Í kykmyndabrotinum vísur hann hvat fyri greinar hann skal luttaka í.
Les eisini: Heimsins sterkasti maður til Føroya
Stóra málið hjá Bjarna Nielsen er at sleppa upp í part millum teir sterkastu í heiminum. Eitt mál, sum hann er sinnaður at arbeiða hart fyri.