Golden League kappingin í Royal Arena í Keypmannahavn verður leikt í hesum døgum.
Noreg sum Føroyar møta í øðrum dystinum í innleiðandi EM-bólki D í Berlin 13. januar megnaði frammanfyri 12.500 áskoðarum javnleik 27-27 móti Danmark.
Stutt undan dystarenda var Danmark á odda 26-21. Noreg megnaði við einum góðum endaspurti at knógva ein javnleik.
Gongdin í dystinum: 0-1, 5-3, 5-5, 7-7, 9-10, 10-12, (13-15), 17-16, 22-19, 24-20, 26-21, 27-27.
Toppskjútti Noreg: Alexander Blonz sjey mál.
Toppskjúttar Danmark: Mikkel Hansen og Mathias Gidsel.
HER ber til at síggja ein longri samandrátt frá dystinum:
##med2##











