B68 vann spennandi og undirhaldandi steypadystin á Svangaskarði móti ÍF í gjár. Endaliga úrslitið gjørdist 4-3 til B68.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Tað varð eisini B68, ið byrjaði dystin betri, tí longu aftaná 20 minuttum var B68 á odda 2-0. Bartal Eliasen gjørdi sjálvmál til tað fyrsta málið, meðan Hákun Edmundsson økti um munin til 2-0.
Les eisini: Jann Ingi: Alt kann henda í hálvfinaluni
ÍF kom tó beinavegin aftur í dystin, tá vandamikli brasiliumaðurin Clayton Soares fekk minka um munin. Men tað gingu bara 2 minuttir, til B68 aftur økti um munin. Danski leikarin Mads Rosenberg skoraði til 3-1 við flottum langskoti.
Les eisini: B68 í hálvfinaluni
Tíðliga í seinna hálvleiki fekk ÍF aftur svarað aftur. Frank Poulsen var fyrstur á bóltinum og fekk skora til 3-2, eftir at Clayton Soares hevði misnýtt stóran møguleika. B68 fekk tó eitt forloysandi mál, tá eitt korter manglaði av dystinum. Andrias á Líknargøtu slapp leysur og slapp at lyfta bóltin uppum ÍF málverjan, Jákup Mikkelsen.
Tað kom tó stórur spenningur stutt áðrenn leiklok, tá Clayton Soares aftur fekk minka um munin. Hóast ÍF trýsti nógv móti endanum, eydnaðist B68 at halda stand og hevur liðið harvið spælt seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið.
B68 skal í hálvfinaluni møta føroyameistarunum úr HB.










