Fyri aðru ferð í 2017 er 13. fallin á ein fríggjadag - fyrstu ferð var í januar. Tey eru mong, sum ræðast fríggjadag tann 13. So mikið útbreitt er tað, at sálarfrøðingar hava funnið eitt heitið til tað. The Telegraph skrivar, at tað verður rópt paraskavedekatriafobi - also ótti fyri fríggjadegi 13.
Pátrúgvin í sambandi við fríggjadag 13. er hildin at stava frá miðøldini, og kann eisini hugsast at hava sín uppruna í bíbliuni. Summir søgufrøðingar hava sagt, at tað var fríggjadag tann 13., at Eva fekk sær av fruktini frá trænum til kunnskap um gott og ilt. Í nýggja testamenti vóru eisini 13 fólk til staðar til seinastu máltíð Jesusar. Fríggjadagin 13. oktober í 1307 handtók Piilip IV av Frankaríki fleiri hundrað tempulriddarar, og summi halda, at hetta er upprunin til óeydnu hendan dag.
Hvussu er og ikki, so eru í øllum førum nógvir Hollywood filmar gjørdir um hendan óeydnu dag. Høvuðspersónurin í tí eina - Jason - vitjaði í Góðan Morgun Føroyar í morgun. Trýst á pílin fyri at síggja serstøku hendingina.