VIDEO: Soleiðis gjørdist Viljormur superligaspælari aftur

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Vejle-Nykøbing FC 1-0 (0-0)

Viljormur í Heiðunum Davidsen spældi allan seinna hálvleik tá lið hansara, Vejle fyrr í vikuni tryggjaði sær uppflyting upp í superliguna við einum 1-0 heimasigri á Nykøbing FC. Ylber Ramadani skoraði sigursmálið við einum skoti, ið málverjin hjá Nykøbing misti inn í máli. Eitt heppið mál, men tey telja øll líka nógv.

Viljormur og Vejle fluttu fyri einum ári síðani niður úr bestu deildini.

Hetta kappingarárið hevur Hallur Hansson, liðformaðurin í AC Horsens, verið einsamallur føroyingur í bestu donsku deildini. Nú er tað greitt, at tað í minsta lagi vera tveir føroyingar í superliguni næsta kappingarár – Hallur Hansson og Viljormur Davidsen.

Søgur eru eisini sum leinkja Gilla Rólantsson til AGF.

Vejle – Nykøbing FC 1-0 (0-0)
57. 1-0 Ylber Ramadani

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum: 

##med2##