Video: Soleiðis gert tú rísalamang

Nú jólini nærkast og fólk eru farin at fáa stákast til jólaaftan, hava vit fingið Jóhannu Vang at deila hennara uppskrift upp á rísalamang við okkum.


Rísalamang:

½ litur mjólk
75 gramm rís
60 gramm melis
1 pakka mandlur
2 teskeið vaniljusukur
1 pakka av róma


Mannagongd:

Kóka rísið í mjólkini í 40 minuttir. Koyr vatnið úr grýtuni og stoyt rísingreytin í grýtuna og ger tí eitt uppkók. Lat greytin kólna eitt sindur áðrenn sukri, mandlurnar og vaniljusukri fer í. Tá greyturin er ordiliga kólnaður, koyr so róman í.