Tað eydnaðist akkurát hjá verandi norsku meistarunum, Molde FK at senda KÍ út úr Champions League undankappingini.
Eigarar, leiðarar og fjepparar høvdu so nógvar nervar, at ikki hoyrdist nakar veruligur rómur ella sangur frá Molde-fjepparunum fyrrenn teir komu á odda 2-0 í longdu leiktíðini í dystinum móti KÍ á Aker-leikvøllinum.
Fyri kenda eigaran av felagnum, Kjell Inge Røkke hevði tað eisini risastóran týdning, at Molde FK vann seg víðari til tveir Play Off dystir móti turkiska fótbóltsrisanum, Galatasaray.
Røkke kom oman í umklæðingarrúmið, har ein lættur og fegin høvuðsvenjari, Erling Moe helt eina takkarrøðu við nógvum sterkum lýsingarorðum. Kjell Inge Røkke segði eisini nøkur takkarorð.
HER ber til at síggja og hoyra løtuna í umklæðingarrúminum hjá Molde. Tað er heilt týðuligt, at KÍ megnaði at trýsta Molde til tað síðsta, og tað er ein stór byrða sum er farin av herðunum hjá leikarunum hjá Molde FK:
##med2##











