Fyrsti dysturin í 7. umfari í Effo-deildini var á Toftum í kvøld. Dysturin var millum uppflytarnar B68 og Skála. Tað endaði við málleysum javnleiki.
Dysturin gjørdist merkisverdur, tí Skála mátti spæla í grønum vestum, tí dómarin metti, at klæðini vóru ov lík. Skála hevði ikki eykatroyggjurnar við, og tí máttu teir spæla í vestum.
Bæði liðini høvdu tó møguleikar at fáa mál í kvøld.
Fakta:
B68-Skála 0-0
B68: 4-4-2
Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreasen – Ovi Brim (Hákun Edmundsson), Janus W. Mortensen, Evrard Blé, Jann Ingi Petersen (Emil Ronaldsson) – Jonleif Højgaard (Andrias á Líknargøtu) , Óli H. Olsen
Gult kort: Jann Ingi Petersen, Nikas Poulsen
Skála: 4-2-3-1
Marku Ryutin – Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Jákup Johansen, Poul N. Poulsen (Ólavur Mikkelsen), Holgar Durhuus, Andras Frederiksberg, Edvin Jacobsen – Brian Jacobsen
Gult kort: Mark Ryutin









