- Kenslan er fantastisk. Hetta er bara byrjanin, nu koyri eg á víðari. Soleiðis sigur Stefan Radosavljevic í stuttari viðmerking til in.fo um fyrsta málið hjá sær fyri Sligo Rovers í bestu írsku fótbóltsdeildini.
Málið hjá Stefani var sigursmálið hjá Sligo Rovers, ið vann 2-1 á Dundalk á útivølli.
Í 89. minutti setti Stefan verjuna hjá Dundalk av og setti bóltin hegnisliga í netið til 2-1.
Aftaná átta umfør er Sligo Rovers nummar trý í deildini við 12 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Dundalk-Sligo Rovers 1-2 (1-1). Njótið málið hjá Stefani:
##med2##











