VIDEO: Síggj sigursmálið hjá Jóannesi Bjartalíð

(Video) Síggj málið hjá føroyska landsliðsleikaranum, ið gav Fredrikstad eina 2-0 leiðslu í 2-1 sigrinum á Kongsvinger á útivølli

Mynd: Fredrikstad Blad

Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad spældi í kvøld oddadyst móti Kongsvinger á útivølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Bæði liðini høvdu 38 stig hvør undan dystinum. 

 

Fredrikstad vann dystin 2-1 og er nú einsamalt oddalið við 41 stigum. Brandur H. Olsen og Jóannes Bjartalíð spældu allan dystin.

 

HER  ber til at síggja málið til 2-0, ið Jóannes Bjartalíð hegnisliga setið í netið aftaná gott forarbeiðið hjá Patrick Metcalfe, ið skoraði fyrra málið hjá Fredrikstad. Jóannes feiraði málið saman við fleiri av viðhaldsfólkunum hjá Fredrikstad.

 

Jóannes hevur higartil skotið fýra mál, og hevur lagt upp til fýra mál hetta kappingarárið. 

 

 

 

 

 

Mynd: Fredrikstad Blad