VIDEO: Síggj góða fríspæling hjá Óla í European League

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Gummersbach-Sävehof 37-35 (18-16)

Liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl, Sävehof spældi týskvøldið á útivølli fyrsta dystin í innleiðandi bólki H í EHF European League móti týska bundesliga-liðnum, Gummersbach.

 

Sävehof beit væl frá sær og megnaði at skjóta 35 mál móti Gummersbach. Men heimaliðið skoraði 37 ferðir, og tískil endaði tað við einum 35-37 tapi til Sävehof. Gummersbach var á odda 18-16 í steðginum. 

 

Óli skoraði fýra mál upp á níggju málroyndir. Emil Berlin og Pontus Brolin vóru toppskjúttar hjá Sävehof við seks málum hvør.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Óli sæst leggja hegnisliga upp til Malte Celander, ið javnaði til støðuna 35-35:

 

##med2##