Lat tað vera sagt beinavegin, at Andorra er eitt vakurt og sjarmerandi land, og fólkið sum býr har er sera vinarligt.
Vit fjepparar og áskoðarar sum vóru túr við landsliðnum høvdu burtursæð frá 2 x 45 minuttum ein sera góðan túr í Andorra síðst í mars í 2017.
Tað eina minni góða minnið var HM-undankappingardysturin, ið endaði við javnleiki 0-0. Eitt úrslit sum var ein sigur fyri hart spælandi heimaliðið.
Yvirhøvur var semja millum føroysku áskoðararnar, at bosniski dómarin, Ognjen Valjic dømdi stak illa. Ikki minst í støðuni, har Jóan Símun Edmundsson í fyrra hálvleiki fekk albogan frá einum andorianskum verjuspælara í brotsteiginum.
Jóan Símun bløddi so illa, at sjálvt ein hálvblindur maður kundi síggja tað. Kortini valdi Ognjen Valjic at geva Joan Símun gula kortið fyri "film". Seinni gjørdi Jóan Símun tíverri veruligan film, og fekk eitt uppiborið gult kort, men tað fyrra gula kortið, sum Ognjen Valjic gav Jóan Símuni var burtur úr vóni og viti.
Sama summarið fekk tað avleiðingar fyri Ognjen Valjic, at hann yvirsá eitt brotsspark í einum avgerandi dysti millum HŠK Zrinjski og FK Željezniča í bestu bosnisku fótbóltsdeildini. Fyri hesa vánaligu dømingina fekk Ognjen Valjic bann at døma nøkur umfør í bestu bosnisku fótbóltsdeildini í 2017.
Sunnudagin klokkan 14 verður tað eysturríkski dómarin, Harald Lechner sum dømir Nations League dystin millum Andorra og Føroyar í Andorra La Vella.
Sunnudagin fer FM1 við Tróndi Arge á odda at hava eina øðrvísi frásøgn úr studionum í Krosslíð, har Tróndur saman við kønum fótbóltsmonnum fer at fylgja dystinum millum Føroyar og Andorra, ið byrjar klokkan 14. Sendingin byrjar klokkan 13.
HER ber til at síggja hæddarpunktini - ella læddarpunktini um ein vil - frá HM-undankappingardystinum millum Andorra og Føroyar 25. mars í 2017, ið endaði 0-0:
##med2##