VIDEO: Seinast manglaði lítið í móti Eysturríki

(Video) Síggj ein samandrátt av EM-undankappingardystinum Føroyar-Eysturríki 28-30 (14-14), ið var leiktur í høllini á Hálsi 16. oktober í fjør

Seinnapartin klokkan 17 byrjar alt avgerandi EM-undankappingardysturin millum Eysturríki og Føroyar í EM-undankappingarbólki 4. Samstundis byrjar dysturin millum Ukraina og Rumenia í okkara bólki.

 

Føroyar kunnu við at fáa stig móti Eysturríki tryggja sær pláss í EM-endaspælinum í Týsklandi komandi januar. Um Føroyar tapa fyri Eysturríki er tað týdningarmikið, at Ukraina vinnur við sjey málum ella færri fyri, at Føroyar skulu tryggja sær eitt triðja pláss, ið gevur atgongd til EM-endaspælið.

 

##med2##

 

Dysturin móti Eysturríki í dag er tann fjórði dysturin okkara millum. Fyrst í 1980-unum taptu vit á tveimum sinnum greitt 18-27 (6-16) og 19-26 (9-15) fyri Eysturríki í HM-endaspølum.

 

Seinast vit møttu teimum var í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn. Tá leikaði leingi javnt á. Í steðginum var javnleikur 14-14, og tað var ikki fyrrenn 10 teir seinastu minuttirnar, at Eysturríki fekk eina lítla fjarstøðu til okkum og vann at enda 30-28. Tá sat Elias Ellefsen á Skipagøtu uttanfyri við skaða.

 

Føroyar-Eysturríki 28-30 (14-14) - EM-undankappingardystur 16. oktober 2022 í høllini á Hálsi:

 

Føroyar: Óli Mittún 7, Hákun West av Teigum 5, Teis Horn Rasmussen 4, Leivur Mortensen 4, Tróndur Mikkelsen 3, Vilhelm Poulsen 3, Pauli Mittún 1 og Helgi H. Hoydal 1. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Føroyar-Eysturríki 28-30 (14-14): 

 

##med3##