Á heimavølli í dysti í bólki F Í EHF European League í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík stríddist liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg manniliga móti oddaliðnum í týsku bundesliguni, MT Melsungen.
Melsungen vann dystin 33-28. Tá 51 minuttir vóru leiktir stóð á jøvnum 26-26, men so skoraði Melsungen fýra ferðir á rað uttan, at Valur svaraði aftur. Men hóast tapið stendur eitt heiðurligt avrik eftir hjá Vali. Í steðginum var Melsungen bert á odda við einum máli, 16-15.
Bjarni skoraði eitt mál upp á fýra málroyndir. Allan tók ikki av tí eina málmøguleikanum hann fekk.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á heimavølli í Wunderino-høllini í Kiel 31-28 á kroatiska liðnum, Nexe. Í steðginum var Kiel á odda 15-12.
Elias skoraði trý mál upp á átta málroyndir.
Kiel er fremst í bólkinum við fullum stigatali, átta stigum. Vojvodina hevur seks stig, og aftast eru Nexe og Torrelavega við einum stigi hvør.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum hjá Kiel:
##med2##
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum hjá Vali:
##med3##