Um hálvgum sjey tíðina í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar við Kollfjarðatunnilin, har trý mál vórðu skrivað til klipp fyri at koyra ávikavist 105 og 106 kilometrar um tíman.
Løgreglan var eisini og vitjaði ein sætta flokk í skúlanum á Giljanesi, har tosað varð um kritikk á netinum og annað, veit vakthavandi á politistøðini at siga í morgun.
Um hálvgum seks tíðina vóru boð eftir løgregluni, tí ein persónur lá avdottin úti á Argjum. Hann var fingin á rætt stað, sigur vakthavandi á politistøðini.
Eisini vórðu ferðkanningar í Kaldbaksbotni, har fýra mál vórðu skrivað til klipp, har tveir koyrdu 105 km um tíman, ein koyrdi 110 km um tíma og ein 111 km um tíman.
Í Eysturoy vóru fimm sett av nummarplátum tiknar av bilum, og í Havn 12 sett, har førarin annaðhvørt ikki hevði rindað vektgjald, trygging ella ikki verið til sýn.
Og í nátt var ein bilførari so óheppin, tá hann gjørdi eina u-vending í Norðoyatunlinum, at løgreglan sá tað. Hann fekk bæði bót og klipp í koyrikortið fyri tað.