Video: Sí standin á Norðasta Horni í gjárkvøldið

Hetta videobrotið er tikið úr úthurðini hjá einari familju á Norðasta Horni. 

 

Sum sæst á brotinum lá kavin so tjúkkur, at hurðin fekst ikki heilt upp. 

 

Tað hevur verið nógvur kavi seinasta døgnið og tað letur til, at kavin verður liggjandi í dag og fyrrapartin í morgin. 

 

 

Hevur tú myndir ella videobrot, sum lýsa veðrið har tú ert, so ert tú vælkomin at senda okkum tað á teldupost post(at)sosialurin.fo ella á Facebook síðuna In.fo.