Video: Runnu kapp á stilettum

Seinnapartin fríggjadagin skipaði kaféin hjá Reyða Krossi í Havn fyri einari heilt øðrvísi rennikapping, sum ið hvussu er ikki er millum kappingarnar á oyggjaleikunum á Bermuda.

Kappast skuldi í 100 metra renning á stilettum, og bara tvey krøv vóru. Hælurin skuldi í minsta lagi vera 6 sentimetrar høgur og í mesta lagi 1,5 sentimetrar tjúkkur.

Tá avtornaði høvdu sjey kvinnur meldað til, og tær runnu seint seinnapartin. Runnið var undir Bryggjubakka, uttan fyri Kaffihúsið og inn til kaféina hjá Reyða Krossi.

Dimmalætting veit at siga, at tað var tann 14 ára gamla Anja Petersen, sum vann kappingina.

Portal.fo hevur fingið hesa leinkjuna sendandi, og vísir hon rennararnar koma "tuskandi" á stilettum inn eftir bryggjuni í høvuðsstaðnum.