NSÍ vann í dag 4-2 á Víkingi í 15. umfari í Effo-deildini, eftir at hava verið aftanfyri 2-0 í hálvleikinum. Talan er helst um ársins ”Come-back” Effo-deildini higartil.
Síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Eitt er at Víkingur var á odda 2-0 og brendi brotsspark, men NSÍ hevur havt tað óvanliga torført móti júst grannunum út Gøtu og Leirvík seinnu árini.
Tí mundu tey flestu halda, at alt var við tað gamla, tá Hans Pauli Samuelsen fyri aðru ferð skoraði fyri Víkingi. So var bara ikki, tí runavíkingar vóru í stevnuhýri og vendu dystinum á høvdið við heili fýra málum.
Nú er samandrátturin frá dystinum her!
NSÍ-Víkingur 4-2 (0-2)
0-1: Hans Pauli Samuelsen
0-2: Hans Pauli Samuelsen
1-2: Árni Frederiksberg
2-2: Klæmint A. Olsen br
3-2: Klæmint A. Olsen
4-2: Árni Frederksberg
Dómari: Alex Troleis
NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Johan Jacobsen, Jens Joensen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen - Høgni Madsen, Nikolaj Køhlert, Pól Jóhannus Justinussen - Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Jonleif Højgaard (Jann Martin Mortensen)
Víkingur: Geza Turi - Bárður J. Hansen (Gunnar Vatnhamar), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Jákup Vatnhamar Olsen - Sølvi Vatnhamar (Magnus Jarnskor), Heðin Hansen, Gert Hansen - Philip Djordjevic, Finnur Justinussen, Hans Pauli Samuelsen