TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj løtuna, tá Cristiano Ronaldo á fjórða sinni fekk handað Ballon d´or - Gullbóltin.
Hetta er fjórðu ferð, at Real Madrid-stjørnan vinnur hendan heiðurin, sum hann eisini vann í 2008, 2013 og 2014.
Hoyr eisini samrøðuna France Football hevði við Cristiano Ronaldo, sum segði, at hann er sera glaður og takksamur fyri henda fjórða gullbóltin, og hann undirstrikar, at hann framvegis elskar og brennur fyri at spæla fótbólt.
Cristiano Ronaldo hevur havt sítt lívs kappingarár. Hann hevur vunnið Champions League við Real Madrid, EM-gull við Portugal, og nú eisini gullbóltin. Millum mongu upplivingarnar hjá honum í ár var at spæla ímóti Føroyum á Tórsvølli mánakvøldið 10. oktober.