VIDEO: Brúkti 273 minuttir um at skora fyrsta málið fyri Al-Nassr

(Video) Loksins brast fyri nev hjá Cristiano Ronaldo

Forvæntningstrýstið hevur verið stórt, og árslønin er risastór. Loksins í dag eydnaðist Cristiano Ronaldo at skora fyrsta málið fyri Al-Nassr í bestu saudisku liguni.

 

Al-Nassr spældi fyrr í dag javnleik 2-2 á útivølli móti Al-Fateh. Ronaldo javnaði til 2-2 upp á brotsspark, tá tríggir minuttir vóru farnir av tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Talan var um triðja almenna kappingardystin hjá Ronaldo fyri Al-Nassr, og tí var trýst á Ronaldo í dag um at gera tað hann fær nógvan pening fyri at gera, nevnliga at skora mál.

 

HER ber til at síggja fyrsta málið Cristiano Ronaldo skoraði fyri Al-Nassr: 

 

##med2##